Í dag er tíðin so ómetaliga nógv broytt, og sjálvandi skal ein hvør løn fylgja tíðini og hækka samsvarandi øllum øðrum. Men verkfall ídag er ikki av neyð, verkfall er meira ein ósemja, sum einans botnar í pástandi móti pástandi, og fyri okkum vanligu menniskjum sær tað út, sum eingin hevur ábyrgdina av einum verkfalli, farið bara til hús, og verið so leingi tykkum lystir.
Hendan ótolandi støða er næstan á hvørjum einasta ári, samtíðis sum nógvir pengar verða brúktir til at fáa frammanda fólk til landið. Ógvuliga ringt at skilja, hvat skulu frammandafólkini gera her? tá alt liggur lamið. Var tað ikki líka frætt at sagt sum var: her er verkfall, ella verður verkfall, av einum ella øðrum slag, so var eingin villeiddur. Og vit, sum enn eru so tápulig, at vit búleikast á útjaðaranum, fingu, sum í gomlum døgum, vetrarforsýning av øllum neyðsynjarvørum, so óneyðugt var við fluttningi av nøkrum sum helst.
Vit velja 32 fólk á Løgtingið fjórða hvørt ár, at eingin av teimum, sum har koma til maktina, skal tora at taka ta ábyrgd, og siga: »Hetta ber ikki til.« Tað er gott gjørt.
Brimil lá í tríggjar mánaðir. Skal nú landsins floti liggja líka leingi? So hava vit ikki nógv at gleða okkum til, nú summarið er komið.










