Verkfallið, sum er lýst at koma í gildi seinnapartin í morgin er útsett.
Tað merkir samstundis, at tingfundurin, sum skuldi vera klokkan 13 í morgin, er avlýstur.
Seinnapartin í dag hevur rættilig gongd verið í aftanfyri leiktjøldini og eftir landsstýrisfund í kvøld, gjørdi løgmaður av at biðja tingformannin kalla Løgtingið saman við tí fyri eyga at steðga verkfallinum, sum annars skuldi koma í gildi klokkan 17 í morgin.
Maskinmeistarafelagið og Skipara- og Navigatørfelagið høvdu annars boðað frá, at verkfall verður klokkan 17 í morgin, og sostatt høvdu øll skipini hjá Strandferðsluni verið løgd tá.
Orsøkin er, at samráðingarnar um nýggjan sáttmála fyri skipararnar, stýrimenninar og maskinmenninar, slitnaðu seinnapartin hósdagin.
Politiski myndugleikin vildi ikki góðtaka, at Strandferðslan verður løgd og tískil varð løgtingsformaðurin í kvøld biðin um at kalla tingið saman klokkan 13 í morgin at steðga verkfallinum við lóg.
Men síðani hevur verið arbeitt aftanfyri leiktjøldini og nú er tað hent, at tingfundurin í morgin er avlýstur.
Orsøkin er, at verkfallið í morgin, er avlýst og so er einki at hava tingfund um.
Terje Sigurðsson, semingsmaður sigur, at verkfallið er útsett í eina viku.
Samstundis er eitt nýtt útspæl komið úr Fíggjarmálaráðnum og nú skulu partarnir so aftur til samráðingarborðið í enn eini roynd at finna eina samráðingarloysn.
Meiri verður at frætta í morgin árini.