Verkfallið sum er í dag klára vit

Men eg vóni at tey finna eina loysn, sigur stjórin í Almannaverkinum

Verkfallið, sum er í dag, klára vit uttan stórvegis trupulleikar. Tað sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum. Pedagogfelagið liggur í stríðið við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, og Fíggjarmálaráðið um ein nýggjan sáttmála. Men allar samráðingar eru slitnaðar, so klokkan sjey í gjáramorgunin fóru pedagogarnir á øllum vøggustovunum kring landið, í verkfall í 24 tímar, til klokkan sjey í morgun.

 

Men klokkan sjey í morgun fóru pedagogarnir eisini í verkfall á Verkstøðum og verkhúsum hjá Almannaverkinum í Havn, í Klaksvík og í Runavík.

 

Edvard Heen sigur, at tey, sum arbeiða á hesum verkstøðum og verkhúsum, sleppa ikki til verka í dag, so tey eru á bústovnunum og roynt verður eisini at geva teimum, sum eru heima, eitt tilboð við teirri manning, sum er tøk. So hetta er eitt verkfall, sum tey klára, uttan serliga stórar trupulleikar.

 

Men spurningurin er so hvussu tað verður og stjórin sigur, at hann vónar at tey finna eina loysn.