Verkfallið: Positiv tíðindi í dag

Tað er ikki ómøguligt at eitt semingsuppskot verður lagt fyri partarnar eina ferð, sigur semingsmaðurin

Pedagogfelagið øðrumegin, og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið øðrumegin, sita nú og samráðast um at fáa eina enda á verkfallinum hjá pedagogunum. Semingsmaðurin kallaði partarnar til fundar klokkan 10 í morgun, men sambært KvF væntaði hann ikki, at nakað semingsuppskot fór at verða lagt fyri teir á hesum sinni.

 

Nú nú, klokkan 17 í dag, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, at partarnir hava sitið og samráðst í allan dag, og teir sita við samráðingarborðið enn. Sostatt er gongd í samráðingunum og semingsmaðurin sigur, at sum tað gongur nú, er ikki ómøguligt, at eitt semingsuppskot verður lagt fyri teir einaferð í hesum umfari.

 

Men nær tað verður, dugir hann ikki at siga, men hann sigur, at so leingi gongd er í samráðingunum, halda tey á, so tað kann vera at tey verða sitandi í alla nátt og út á dagin í morgin.

 

Semingsmaðurin tekur tað sum eitt gott tekin, at partarnir framvegis sita saman eftir so nógvar tímar – men tað er eisini ein fortreyt fyri at koma til eina semju, staðfestir hann. Innihaldið í samráðingunum vil hann kortini ikki siga eitt orð um.