Føroya Javnaðarflokkur hevur í dag sent
Eilivi Samuelsem, landsstýrismanni
og Edmund Joensen, løgmanni
soljóðandi skriv:Ein áheitan á Føroya Landsstýri um at fáa trætuna loysta beinanveginNú verða tað skjótt tvær vikur síðan, at verkfallið á miðnámsskúlunum kring landið byrjaði, og framvegis eru fáar ella ongar ábendingar komnar fram um, at málið er um at verða loyst.
Ein ósemja kann altíð stinga seg upp, og mangan kann tað eisini vera torført at finna eina loysn, men tað er nú uppgáva landsstýrisins sum ábyrgdarhavari av skúlaverkinum, at ítøkilig framstig eru at hóma, til tess at ein loysn verður funnin skjótast gjørligt.
Í hesari ósemjuni, sum er millum Føroya Landsstýri og Yrkisfelagið hjá Studenta- og HF lærarum, er tað ein triði partur, sum tað veruliga gongur út yvir. Tað eru næmingarnir, sum nú í skjótt tvær vikur onga undirvísing hava fingið. Teir eru, uttan sjálvir at hava ynskt tað, vorðnir gíslar í hesum máli, og nógvir av hesum næmingum skulu upp til endaliga próvtøku í summar.
Ein próvtøka, sum kann verða avgerandi fyri víðari útbúgvingarmøguleikar teirra.
Føroya Javnaðarflokkur vil tí inniliga heita á Eilif Samuelsen, landsstýrismann um at taka stig til at fáa ósemjuna greidda, so næmingarnir sleppa aftur í skúla.
Í øðrum lagi vil Føroya Javnaðarflokkur heita á Føroya løgmann um at leggja upp í málið og áleggja landsstýrismanninum at fáa enda á verkfallinum sum skjótast, so undvísingin verður tikin uppaftur.
Tórshavn 15. januar 1998
Føroya Javnaðarflokkur
Jóannes Eidesgaard, formaður