Verkfallið: Vit kunnu ikki strekkja okkum longur

Vit eru komin á markið fyri, hvat vit kunnu góðtaka av lønarhækking, sigur Fíggjarmálaráðið

Vit kunnu ikki strekkja okkum longur, tí tað ber ikki til, at eitt felag skal seta seg framum øll onnur og aftur hesa ferð krevja meira enn hini. Tað sigur Fíggjarmálaráðið í eini fráboðan í dag, nú sjúkrarøktarfrøðingarnir hava verið í verkfalli í 15 dagar.

–Vit kunnu ikki góðtaka ein ótálmaðan lønarvøkstur á almenna arbeiðsmarknaðinum, sigur Fíggjarmálaráðið.

Tey vísa á, at í 2017 fingu sjúkrarøktarfrøðingar eina lønarhækking, sum var søguliga stór. Men hóast sjúkrarøktarfrøðingar fingu tvífalt so nógv, sum nakað annað fakfelag tá, krevur felagið enn einaferð meira enn øll onnur.

– Aftaná drúgvar samráðingar fekk felagið boðið somu lønarhækking, sum onnur fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum – 5,8 prosent hesi næstu trý árini, og tað er markið fyri, hvat Fíggjarmálaráðið kann góðtaka.

Harafturar hevur Fíggjarmálaráðið slept kravinum um, at ein arbeiðssteðgur ikki skal hava hættisligar avleiðingar við sær fyri sjúklingar, sigur Fíggjarmálaráðið.

Fíggjarmálaráðið sigur, at høvdu sjúkrarøktarfrøðingarnir góðtikið semingsuppskotið, sum varð lagt fyri partarnar, hevði ein sjúkrarøktafrøðingur fingið 28.082 krónur í løn um mánaðin tá viðkomandi verður settur í starv, og eina løn upp á 36.355 krónur um mánaðin, tá viðkomandi hevur verið í starvi í 10 ár. Við eftirløn, verður endalønin 41.809 krónur. 

– Samráðingar eru torførar. Men tá tær bera á mál, so hava báðir partar vunnið og tapt. Tað kann ikki bara vera ein vinnari, sigur Fíggjarmálaráðið.