Venesuela
Árni Joensen:
Tað drúgva verkfallið, sum hevur lagt alt tað venesuelanska samfelagið lamið í meiri enn tveir mánaðir, er av, men tann politiska andstøðan leggur dent á, at hetta merkir ikki, at stríðið ímóti Hugo Chavez, forseta er av.
Sunnudagin skrivaðu fleiri hundraðtúsund fólk undir eina áheitan á forsetan um at skriva út nýval, men tað tóktist ikki órógva forsetan. Tvørturímóti segði hann, at tað var hann, sum hevði vunnið bardagan við andstøðuna og fakfeløgini, og hann hótti við at draga verkfalsleiðararnar í rættin.
Talsmaðurin hjá andstøðuni, Timoteo Zambrano, segði í gjár, at andstøðan og fakfeløgini fara at halda fram við bardaganum ímóti forsetanum, og hann legði dent á, at í fyrsta umfari ræður um at verja rættindini hjá teimum, sum hava fingið sekkin, síðani verkfallið byrjaði. Eitt nú hevur Chavez givið meiri enn 5.000 starvsfólkum hjá almenna oljufelagnum sekkin, tí tey tóku lut í verkfallinum.
Síðani verkfallið byrjaði, hevur oljuframleiðslan í Venesuela ligið at kalla still. Landið er annars fimtistørsta oljuframleiðaralandið í heiminum.










