Video-upptøkur
Undan hesum kappingarárinum varð praksis hjá Kappingarnevndini hjá FSF broytt, soleiðis at nevndin nú eisini kann nýta sjónbandaupptøkur, tá metast skal um tilburðir, sum eru farnir fram á vøllinum. Ikki minst vóru boðini tá, at hetta gav nevndini møguleika at hava eitt betri próvgrundarlag, tá avgerðir skuldu takast.
Higartil hevur talan so bert verið um ta einu ferðina, har slíkar upptøkur eru nýttar sum prógv. Nevnliga tá metast skuldi um tað, sum fór fram móti endanum av dystinum á Sevmýri millum TB og B36.
Arbeiðssteðgurin
Men skuldi ein líknandi tilburður tikið seg upp, nú arbeiðssteðgur valdar á almenna arbeiðsmarknaðinum, so vildi próvgrundarlagið hjá Kappingarnevndini verið væl veikari. Tí í løtuni ber illa til hjá teimum at fáa fatur á sjónbandaupptøkum.
Avgerð er nevnliga tikin um, at tað er umvegis Sjónvarpið, at Kappingarnevndin fær upptøkurnar, og er Sjónvarpið í verkfalli, ber hetta sjálvandi illa til.
Ein líknandi støða kom eisini fyri fyrr í ár, tá Kappingarnevndin skuldi taka støðu til reyða kortið, sumIkechukwu Onyema hjá NSÍ fekk, tá teir spældu heimadyst móti KÍ. Men ta ferðina varð bara víst til upptøkurnar, sum longu vóru vístar í 3-2, og tá sendingin ikki vísti nakað um hendan tilburðin, segði Kappingarnevndin seg ikki kunna gera nakað við málið, uttan at taka støði í dómarafrágreiðingini.
Tað hevur frá fleiri síðum reist spurningin, hvørt tað ikki er sera óheppið, at tað er Sjónvarpið - og altso ikki Kappingarnevndin - sum tekur avgerð um, hvørjir tilburðir ljós skal varpast á.
Eitt nú hevur seinastu dagarnar ljóðað, at onkrar revsiverdar hendingar stungu seg upp í dystinum millum HB og KÍ sunnudagin, uttan at hetta tó fekk fylgir fyri nakran spælara, men í verandi støðu er hetta ikki nakað, sum verður tikið upp av Kappingarnevndini.
Formaðurin í Kappingarnevndini, Bjarki Mohr, er í løtuni staddur í Portugal saman við U-17 landsliðnum, men Rúni Heinesen, nevndarlimur, ásannar tó, at hetta kann vera óheppið.
- Tað er tað sjálvandi, og í longdini er tað væl ikki tann rætti leisturin at ganga eftir. Men tað, sum vit hava gjørt í ár, er, at vit í teimum førum, har dómarar hava skrivað frágreiðing um tilburðir, hava roynt at grunda avgerðir um hetta enn betri við eisini at nýta sjónbandaupptøkur. Dømið úr Runavík var so eisini eitt dømi um, at hetta kann vera óheppið, men fyribils er tað so leisturin, sum vit hava valt, sigur Rúni.
- Tí fer tað heldur ikki at koma fyri í verandi líki, at vit sjálvir fara at skapa málini, um sjónbandaupptøkur vísa nakað, sum dómarin kanska ikki hevur sæð, men hinvegin veldst tað so eisini um, hvussu grov misbrotini eru.
Bíða eftir discipliner-nevndini
Víðari vísir Rúni tó á, at reglurnar hesum viðvíkjandi helst verða broyttar longu í vetur.
- Tað hevur jú verið alment frammi, at ein discipliner-nevnd helst verður sett á stovn, og hetta verður eisini ein av spurningunum, sum feløgini skulu taka støðu til í heyst. Tá skal so eisini gerast greitt, hvørjar fortreytir nevndin hevur at virka eftir.
ð- Tú skalt eisini hugsa um, at vit í løtuni eru í einum slag av yvirgangsfasu hesum viðvíkjandi, og tí verða upptøkurnar í løtuni fyrst og fremst brúktar sum supplerandi upplýsingar.