Verkfallið á íslendsku lodnuvirkjunum avlýst

Eftir ætlanini skuldu arbeiðsfólk á teimum fiskamjølvirkjunum í Íslandi fara í verkfall í kvøld, tí tey vilja hava hægri løn, men seinnapartin varð verkfallið avlýst. Orsøkin er, at arbeiðsfólkið á virkinum í Þórshöfn vildi ikki fara í verkfall, og harafturat kom verkfallið heldur ikki at umfata virkið í Helguvík. Tá so er, avgjørdu feløgini at avlýsa verkfallið.

Sambært Morgunblaðnum var vantandi stuðul úr Føroyum ein orsøk til avlýsingina. Blaðið skrivar, at føroyingar vildu ikki seta bann fyri at landa íslendsk lodnuskip, sum koma til Føroya.

Íslendsku arbeiðsgevararnir hava sagt, at tað ætlaða verkfallið kundi kostað samfelagnum upp í einar 10 milliardir íslendskar krónur.