- Undir verkfallinum hjá Føroya Pedagogfelag um ársskifti noyddust fleiri vaksin fólk at flyta úr sínum heimi, og inn til foreldur ella næstringar at vera. Vit mugu hava karmar, ið tryggja, at okkara limir kunnu vera trygg heima hjá sær sjálvum, eisini undir einum verkfalli, sigur Javni í yvirlýsing frá aðalfundi teirra, sum er sent miðlunum í morgun.
Tí á aðalfundinum hjá Javna leygardagin samtykt ein yvirlýsing, sum tekur støði í verkfallinum, sum Pedagogfelagið hevði um ársskiftið.
- Aðalfundurin hjá Javna átalar tað árin, ið verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag hevði á bústaðarviðurskiftini hjá limum í Javna, og heitir á avvarandi partar um at skipa greiðar karmar um vardar bústaðir, sum forða fyri, at slíkt hendir aftur. Forðast má fyri ótryggleika í egnum heimi, sigur Javni í yvirlýsingini.
Soleiðis samtykt á aðalfundi Javna í Sørvági, tann 5. mai 2018