Verkfallið rakti eisini Føroya Bjór meint. Sjálvt um roynt var at leggja uppfyri, og fylla allar goymslur, so var næstan onki eftir ta síðstu vikuna.
? Ongin hevði roknað við, at tað fór at taka 4 vikur. Hetta er nokk fyrstu ferð, at fólk ringdu og klagaðu um at ongin Veðrur var eftir í Rúsuni í Havn. Sodavatnið var skjótt uppi, og flestu handilshillar og køliskáp blivu tóm, siugr Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór.
Maskinurnar stóðu sjálvandi stillar í 4 vikur. Onkur var tó noyddur til at arbeiða, t.d. mátti stjórin fara at bryggja fyri at halda lív í gerini.
Frá fyrsta arbeiðsdegi eftir verkfallið hevur verðið arbeitt í tveimum vaktum á Føroya Bjór, nú sæst ljós fyri framman, og í komandi viku rokna tey við at hava allar vørur á goymslu aftur.
? Hetta kom ógvuliga illa við í hásesong og inn í feriutíðina, men við einum eyka innsatsi sær tað út til at fara at ganga, so Føroya Bjór klárar at halda sítt høga tænaststøði eisini hetta summarið, sigur Einar Waag.