Klaksvík:
Christian Olsen, leiðari á Norðoya Kunningarstovu sigur, at tey høvu sæð eina stóra framgongd í ferðafólki til Norðoyggjar ? bæði útlendsk og føroysk, men nú merkist verkfallið av álvara, tí hópin av avlýsingum koma inn hvønn dag.
Og fólk avlýsa langt fram í tíðina, so tað kann tykjast sum um, at vónirnar fyri, at verkfallið fer at verða av skjótt eru sera smáar millum fólk.
? Vit hava fingið avlýsingar frá føroyskum ferðafólkum heilt fram til Hvítusunnuna, og hóast ein roynir at tosa við fólkini og siga, at til ta tíð man verkfallið fara at verða av, so nyttar tað lítið, tí fólk tilrættisleggja sær frítíðina á ein annan hátt, sigur Christian.
Hann heldur fram, at mikudagin fekk hann fráboðan úr Týsklandi um, at ferðalagið upp á 42, sum skuldi koma til Norðoyggjar at verða í sambandi við landsdystin, nú er minkað niður í 20. Hetta harmast Christian stórliga um, og hann heldur, at verkfall hesa ársins tíð so gott sum á hvørjum ári, kann fara at gerast ein dyggur smeitur fyri ta føroysku ferðavinnuna úteftir.
Hann heitir tí á partarnar, sum samráðast, um at tá teir skriva undir sáttmálan, at lata hann verða galdandi til 1. januar ella 1. oktober, soleiðis at landið ikki liggur hálvavegna lamið hvørt ár beint upp undir háárstíð.
? Eg veit væl, at eitt verkfall rakar meint óansæð nær tað er, men í hesum førinum kann tað í ringasta føri fara at hava við sær, at ferðafólkið ikki tímir hendanvegin yvirhøvur, tí her er verkfall um mánaðarskifti mai/juni so gott sum á hvørjum ári. Tað ber ikki til, heldur Christian Olsen.
Sum sagt rakar tað eisini heimligu ferðavinnuna, men tað er størri vandi fyri umdøminum, tá tað snýr seg um at marknaðarføra Føroyar sum feriuland úteftir.
Gongutúrar
Norðoya Kunningarstova heldur tó fram við sínum arbeiði sum vant. Og fyri framman liggja ætlanir um gongutúrar.
Tann fyrsti gongutúrurin verður sunnudagin 25. mai, um tað viðrar. Farið verður av Hálsinum klokkan 14 og gingið verður oman í háskúlatoftirnar í Føgrulíð. Síðani verður gingið runt Klakkin og aftur til Klaksvíkar. Jógvan Ravnsfjall frá Norðoya Fornminnissavni verður frásøgumaður. Hann fer at greiða frá øllum tí søguliga. Christian Olsen sigur, at áhugin fyri tílíkum gongutúrum hevur víst seg at vera góður. Og hann væntar, at tað fara at verða nógv fólk við sunnudagin, hóast KÍ hevur heimadyst.
? Tað hevur ofta víst seg, at tey, sum nýta høvi til ein tílíkan gongutúr, ikki eru serliga áhugað í fótbólti, so hetta skuldi verið eitt gott alternativ ein góðveðursdag, sigur leiðarin á Norðoya Kunningarstovu.
Norðoya Kunningarstova hevur ætlanir um at skipa fyri einum gongutúri norður á Skarð einaferð seinni í summar, og so eru eisini ætlanir um at skipa fyri eini útferð úr Klaksvík niðan á Eysturoyarsillina. Men tær endaligu fyrireikingarnar eru ikki lidnar enn.