Ístaðin fyri at fara til Hvalbiar, fer sjónvarpið til Vestmanna, har sent verður beinleiðis frá valfundi fyri Norðstreymoyar valdømi.
? Vit skuldu jú senda beinleiðis úr Roynhøllini í Hvalba, men av tí, at verkfallið var, so fingu vit ikki linkvognin suður við. Ístaðin fyri ætlaðu vit so at banda fundin, og síðani senda hann óbeinleiðis, men av tí, at tyrlan ikki slapp á flog í gjáramorgunin, so kunnu vit heldur ikki tað, sigur Tórður Mikkelsen frá Sjónvarpi Føroya.
? Tí fór sendingin frá Suðuroy púra í vaskið, men ístaðin fyri senda vit beinleiðis úr Vestmanna í kvøld. Eisini var meiningin, at vit skuldu senda beinleiðis úr Norðoyggjum, men tann fundurin verður ístaðin bandaður og sendur hóskvøldið. Men fríggjadagin verða vit í ítróttarhøllini á Kambsdali, og haðani verður sent beinleiðis.
Tórður Mikkelsen vísir á, at hetta er stórt spell, tí teir høvdu glett seg til hesar sendingarnar. Endamálið við sendingunum var at fáa ein lokalan dám, har politisku valevnini løgdu fram og fólk í salinum fingu høvi at seta spurningar.
Linkvognurin er ein bussur, sum er leigaður úr Danmark. Hann hevur serliga útgerð á takinum, sum ger tað gjørligt at senda via luftina, heim á støðina og síðani beinleiðis út til fólk.










