Samferðsla
Fólk, sum skuldu við tyrluni út í Mykines klokkan tíggju fríggjamorgunin, sluppu ikki avstað fyrr enn klokkan seks seinnapartin, hóast ruta eisini átti at vera klokkan fýra seinnapartin. Eingin onnur frágreiðing varð givini enn, at tyrlan fleyg leigutúrar.
Úti í Mykinesi gingu fólk og bíðaðu eftir tyrluni, sum ikki kom, og á flogvøllinum gingu ferðafólk eisini og bíðaðu eftir at sleppa út í Mykines.
Tá klokkan var trý seinnapartin, fóru tey aftur at vita, hvussu vorðið var og vildu vera í góðari tíð, til tyrlan kom klokkan fýra, sum ferðaætlanin sigur. Men hon kom ikki fyrr enn klokkan seks.
Magni Arge, stjóri á Atlantsflogi, sigur, at hann visti ikki um hesa støðuna fyrr enn hann kom til arbeiðis mánamorgunin.
Hann hevur kannað málið, sigur hann, og viðgongur trupulleikan.
Tó leggur hann afturat, at tyrlan, tá avtornaði, hevði verið heilar fimm ferðir í Mykinesi, áðrenn fíggjadagurin var av.
?Tað, sum hendi, greiðir Magni Arge frá, var, at tað stóð bert eitt ferðafólk uppskrivað til Mykinesrutuna klokkan tíggju. Ein ávís seinking var longu tá, og sera nógv trýst á tyrluni. So gjørt varð av, at hetta ferðafólkið skuldi bíða til seinnapartstúrin.
Men onkunsvegna hevur innanhýsis samskiftið ikki riggað, tí eingi boð vórðu givin víðari um hesa broytingina.
Ikki fyrr enn út móti kvøldi kom tyrlan so út í Mykines, og øll ferðafólkini, sum tá vóru, sluppu avstað, umfram at fýra farmatúrar vórðu gjørdir.
Annars var fríggjadagurin heilt óvanligur orsakað av verkfallinum, sigur Magni Arge. Neyðugt var at biða fólk, sum annars hevði frí, til arbeiðis, so at flúgvast kundi við báðum tyrlunum.
Tað mundi vera einar tríggjar feðrir so nógvar uppringingar til Atlantsflog tann dagin, í mun til ein vanliga dag. Einar 800 uppringingar, metir stjórin á Atlantsflogi, at felagið fekk.
?Ta einu løtuna stóðu 151 fólk uppskrivað at sleppa til Suðuroyar við tyrluni, sigur hann.
Hóast hesi misskiljingina, sum var fríggjadagin, leggur Magni Arge dent á, at leiguflúgving á ongan hátt verður tikin fram um høvuðsskyldurnar hjá tyrlutænastuni.
Tær eru at flúgva føstu ruturnar og at røkja leiting- og bjargingaruppgávurnar fyri Vaktrar- og Bjargingartænastuna.
?Tær báðar uppgávurnar fara altíð at standa í fremstu røð, sigur Magni Arge, stjóri á Atlantsflogi.