Verkfallið: Onkur kann liggja eftirá

Í morgin fer Pedagogfelagið at taka øll undantaksloyvir aftur. Men hetta fer at gera støðuna á sambýlum lívshættisliga. – Hetta ger seg serliga galdandi hjá teimum, sum lítið og onki megna at gera uttan hjálp, sigur felagsskapurin Javni í álvarsamari viðmerking.

Á Eirargarði búgva 19 húsfólk, sum í flestu førum nýtast hjálp til alt. Í fleiri førum skal hjálpin gevast av tveimum starvsfólkum í senn.

Vanliga starvast eini 30 fólk íroknað avloysarar á Eirargarði. Fleiri tó niðursetta tíð. Av hesum 30 starvsfólkum eru 7 tænastumannasett.

- Tað sigur seg sjálvt, at tað ber ikki til at fáa strekt starvsfólkaorku frá 7 persónum uppá 19 sera hjálparkrevjandi fólk. Fyri ikki at tala um, um tað er yvir longri tíð, vísir Javni á.

Trivnaðartænastan roynir at fordeila samlaða hópin av tænastumonnum runt um á ymisku døgnstovnarnar. Men víst verður á, at tað er ein vónleys uppgáva. Samstundis seta tey skriv saman til landsstýriskvinnuna um støðuna og søkja Pedagogfelagið um undantaksloyvi.

- Verður ikki undantak givið, so verður kaos í morgin og leiðslan verður noydd at senda tey húsfólk heim, har tað á nakran hátt letur seg gera, so starvsfólkaorkan verður nýtt so gagnligt sum gjørligt.

- Javni metir, at nú hevur hendan óhaldbara støðan rakt fólk við menningartarni ov leingi og vit krevja at samráðingarpartarnir seta gongd á veruligar samráðingar nú, sigur Javni, sum samstundis stúrir fyri, at skaði stendst av støðuni. - Ja tað er heldur ikki óhugsandi, at onkur liggur eftirá - antin húsfólk ella starvsfólk.