Verkfallið og ILA-sjúkan


 

Føroya Arbeiðarafelag Havnar Arbeiðs

kvinnufelag

Tórshavn, 16.05.2001

Tað er ikki verkfallið, sum er orsøkin til ILA-sjúkuna

Fjølmiðlarnir hava seinnu dagarnar gjørt nógv burtur úr støðuni hjá alibrúkinum á Funningsfirði, har ILA-sjúkan hevur tikið seg upp.

Ávísir persónar, væl stuðlaðir av ávísum fjølmiðlum, tykjast at royna at skap øsing móti okkum fakfeløgum, sum á fult lógligan hátt hava lýst verkfall nú sáttmálaloysi er.

Vit skulu minna á, at tað ikki er verkfall okkara, sum er orsøkin til ILA-sjúkuna, og at sjúkan varð staðfest langa tíð áðrenn verkfall okkara varð lýst.



Føroyar hava ongantíð havt kapasitet at brenna smittuberandi deyðan laks

Tað er ein sannroynd, at deyði laksurin frá alibrúkinum á Oyndarfirði í mánaðir hevur staðið m.a. á Leirvíksvegun, tí brennistøðirnar ikki hava møguleika fyri at brenna allan henda laks.

Tað er tí beinleiðis missvísandi og ein reingjan av veruleikanum, at almennir embætismenn nú í fjølmiðlunum vilja rógva upp undir, at tað er verkfall okkara, sum kann koma at føra við sær, at smittan verður spreidd til onnur alibrúk ella enntá smoltstøðirnar.

Støðan er tann, at smittuvandin helst ikki er stórvegis størri í dag enn hann var áðrenn verkfall okkara varð lýst, og undir øllum umstøðum er tað skeivt at royna at leggja ábyrgdina á felag okkara, tí vit hava okkara fulla rætt at lýsa verkfall, tá sáttmálin er farin úr gildi.


Politikarar okkara hava ábyrgdina av støðuni

Sum vit hava skilt, so er tað ein partur av teimum treytum í avtaluni millum Føroyar og EU, at allur fiskur sum gerst sjúkur av smittuberandi sjúku skal brennast.

Landsstýrismenninir hava alla tíðina verið greiðir yvir, at vit í Føroyum als ikki hava tann kapasitet sum skal til fyri at brenna fiskin, um sjúka tók seg upp, men kortini skrivaðu teir undir avtalu við EU.

Politikarar okkara hava tí í veruleikanum bundið seg til at seta í verk tiltøk, sum teir frammanundan vistu at vit í Føroyum ikki vóru førir fyri at lúka, og tí eru tað politikarar okkara, sum hava ábyrgdina av støðuni, sum nú er íkomin.


Grunnurin, sum skal stuðla alivinnuni í sambandi við sjúku er tómur

Sum kunnugt varð fyri nøkrum árum síðani settur á stovn grunnur, sum skuldi veita alarum endurgjald í sambandi við sjúku í alibrúkum teirra.

Vit hava frætt, at hesin grunnur er tómur, og at hvørki landsins mynduleikar, Arbeiðsgevarafelagið ella alararnir sjálvir hava tikið stig til, at taka neyðugu stigini, soleiðis at grunnurin aftur kann koma at virka.

Fakfeløgini ella vanligi løntakarin hava tí onga ábyrgd av, at alibrúk sum rakt verða av sjúkum ikki fáa endurgjald fyri fíggjarliga tap teirra.


Hvat ger Føroya Arbeiðsgevarafelag?

Vit skilja ikki rættuliga hví eingin spyr nevndina í Føroya Arbeiðsgevarafelag hví teir einki gera við støðuna hjá alarunum, sum eru limir í felag teirra.

Tað er Arbeiðsgevarafelagið, sum skal taka sær av áhugamálunum hjá limum sínum, men hóast hetta so hevur leiðslan í Arbeiðsgevarafelagnum lagt upp til verkfall, sum teir vistu fór at raka teirra egnu limir sera meint.

Fyri nevndina á Arbeiðsgevarafelagnum hevur tað helst størri týdning, at avtala eina ráðagerð við onnur fakfeløg móti feløgum okkara, enn at hugsa um hvat tænir limum teirra best.

Kann tað veruliga vera nøkur oyru meira um tíman, ein viðbót eyka ella ein sámuligur lønarbati eftir starvsaldri, sum hevur fingið Føroya Arbeiðsgevarafelag at slept limum sínum upp á fjall? Neyvan, men heldur er tað ein roynd at spæla við musklunum ella fyri at tekkjast øðrum fakfelags-leiðarum, sum arbeiðsgevararnir hava gjørt ráðagerð við mótvegis feløgum okkara, sum er orsøkin til, at nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur skúgva til viks alt atlit til limir sínar, fyri at forða feløgum okkara í at fáa í lag nýggjan sáttmála.

Vit fara tí undir ongum umstøðum at átaka okkum ábyrgdina av teimum avleiðingum, sum ráðagerðin hjá nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag, fer at hava fyri teirr egnu limir.