Verkfallið: Nú er lív og heilsa sett í váða

Støðan er ikki forsvarlig longur so nú má ein semja finnast, ella má Løgtingið leggja upp í, sigur stjórin fyri sjúkrahúsverkið

Sjúkrahúsverkið er undir sera stórum trýsti. Og trýstið veksur, nú sjúkrarøktarfrøðingar hava kravt endurgjald fyri hvønn sjúkrarøktarfrøðing, sum fær undantaksloyvi til at arbeiða í verkfallinum.

Í hesum sambandi hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar boðað Sjúkrahúsverkinum frá, at øll undantøk, ið verða givin frá klokkan 16 í dag, hava eitt avgjald upp á 200 krónur um tíman fyri hvønn. Soleiðis sum verkfallstøðan er í løtuni, svarar hetta til eina upphædd upp á umleoð 80.000 krónur um dagin, sigur Sjúkrahúsverkið.

Les eisini: Vit hava ráð at vera í verkfalli í fleiri ár

– Sjúkrahúsverkið hevur ikki heimild at gjalda pening fyri verkfallið til felagið sum endurgjald fyri undantøk til akuttu tilbúgvingina. Tískil eru umleið 15 tænastumenn í Sjúkrahúsverkinum kallaðir inn á vakt. 

– Hetta er tó als ikki forsvarligt, tí tænastumenninir verða noydd at átaka sær arbeiðið yvir tey einki kenna til. Tískil er lív og heilsa hjá sjúklingum nú sett í váða, og leiðslan í Sjúkrahúsverkinum kann tí als ikki góðtaka, at onki verður gjørt við støðuna, sigur Steinar Eirikstoft, stjóri fyri Sjúkrahúsverkið
Tey heita tístaðiliga á partarnar um at fara aftur til samráðingarborðið og verður tað av ongum, heita tey á politiska myndugleikan um at taka um endan og at gera enda á verkfallinum.

– Tað er óhoyrt fyri eitt framkomið samfelag at enda í slíkari óforsvarligari støðu, sigur hann.– Fyri at núverandi støðan ikki skal endurtaka seg hvørja ferð sáttmálasamráðingar eru, er tað alneyðugt at fáa eina neyðtilbúgving í sáttmálan, soleiðis at Sjúkrahúsverkið, og harvið føroyskir sjúklingar, ikki koma í somu støðu aftur, sigur hann.