Nú er alt Føroya fólk tikið til gísla, og tað snýr seg um tímar, heldur um dagar, so er alt brent saman. Tað sigur Steinar Eirikstoft, forstjóri í heilsuverki Føroya, og stjóri á Landssjúkrahúsinum.
Sjúkrarøktarfrøðingarnir í dag hava hert verkfallið í dag og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, krevur nú eitt avgjald upp á 200 krónur um tíman fyri hvønn sjúkrarøktarfrøðing, sum fær undantak til at vera til arbeiðis. Tað svarar hetta til eina upphædd upp á umleoð 80.000 krónur um dagin, sigur Steinar Eirikstoft.
Les eisini: Vit hava ráð til at vera í verkfalli í fleiri ár
Hann sigur, at tað verður undir ongum umstøðum gingið á møti, tí hava tey nú kallað allar tænastumenn til arbeiðis. Tey eru eini 15 í tali og tey skulu nú halda landssjúkrahúsinum gangandi.
Talan er at kalla bara um læknar, og onkrar leiðarar, men hetta kann ikki halda fram, tí tey skulu eisini møta til arbeiðis í morgin ári. Samstundis er tað greitt, at tey verða noydd at taka sær av uppgávum, tey als ikki eru skikkað til, sigur stjórin.
– Hendir eitt ferðsluóhapp, ella ein vanlukka av onkrum slagi, eru vit í álvarsligum trupulleikum, tí so fáa tey ikki ta hjálp, tey eiga at fáa, sigur Steinar Eirikstoft.
https://www.in.fo/news-detail/news/verkfallid-nu-er-liv-og-heilsa-sett-i-vada/Les eisini; Nú er lív og heilsa sett í váða
Tí heitir hann staðiliga á partarnar um at fara til samráðingar alt fyri eitt. Men tað eru smá útlit fyri tí, tí hvørgin parturin vil boyggja seg og so seint sum í dag hevur Fíggjarmálaráðið gjørt greitt, at tey vilja ikki geva seg meiri enn tey longu hava gjørt.
https://www.in.fo/news-detail/news/verkfallid-vit-kunnu-ikki-strekkja-okkum-longur/Les eisini: Verkfallið: Vit kunnu ikki strekkja okkum longur
– Ein samráðingarloysn hevði verið tað besta, sigur Steinar Eirikstoft, men eydnast tað ikki, má Løgtingið koma saman um skjótast at gera enda á verkfallinum, sigur hann.
Men hann leggur dent á, at kemur Løgtingið upp í og endar verkfallið við lóg, má tað verða ein partur av lógini, at tað verður løgd ein føst skipan fyri, hvørji undantøk skulu gerast í einum verkfalli, tí annars eru vit aftur í somu støðu aftur um tvey ár.
Hann sigur, at tað eru bara »bananrepublikkir« sum ikki hava eina skipan, sum tryggjar, at lív og heilsa ikki verður sett í váða í verkføllum. Tí skulu vit hava eina skipan, sum tryggjar, at eitt ávíst tal á starvsfólkið altíð skal vera til arbeiðis, hóast tað er verkfall.
Og nú eru vit enntá sett í eina støðu, har alt Føroya Fólk er tikið til gísla og har eitt fakfelag nú roynir at kroysta pengar burtur úr heilsuverkinum fyri at geva sjúkrarøktarfrøðingum undantak at gera bráðneyðugt arbeiði.
– Hann sigur, at vil politiska skipanin hava hjálp til at orða eina slíka skipan, hava tey longu gjørt arbeiðið, og eru klár at senda politikarum hana, biðja teir um tað. Tað kann ikki liggja í hondunum á einum fakfelag at gera av, um lív og heilsa verður sett í váða, ella ikki, leggur hann afturat. Hetta kann ikki vera meiningin í Føroyum, nú í 2020, leggur hann afturat
Hann sigur, at ein slík skipan er ikki at taka verkfalsrættin frá fólki, men tað hevði tryggjað, at alt tað bráðneyga virksemið verður varðveitt, hóast alt annað virksemið verður lagt lamið.