Strandfarasigling
Nú verkfallið hjá Skipara- og Navigatørfelagnum er av, er ymiskt,sum tey láta at umborð á strandfaraskipunum, hvussu trýstið á leiðirnar er.
Umborð á Smyrli verður sagt at tað er stórt trýst á dekkinum, nú farið er aftur at sigla. Serliga er tað farmur, sum flytast skal millum Suðuroynna og Havnina, siga tey á Smyrli.
Stórir bilar hava verið nógvir hesar báðar dagarnar, siga tey. Ruskbilarnir hava koyrt dúgliga, eins og tangabilarnir eisini hava havt úr at gera. Tað er dieselolja, sum flutt verður suður, verður sagt.
Eingin goymsla til dieselolju er í Suðuroynni, so bilar, sum koyra við diesel, hava havt tað trupult har suðuri, hesar vikurnar, verkfallið hevur rakt. Hinvegin er bensingoymsla, eins og gassolja altíð er at fáa har suðuri.
Tey vænta eisini umborð á Smyrli, at nakað væl av fólki og persónbilum fara at verða at flyta um Suðuroyarfjørð nú um hvítusunnuna, tí ein stór hvítusunustevna skal verða í Suðuroy.
Hinvegin hevur ikki verið tað stóra av privatbilum at flutt, síðan verkfallið endaði, og tað undrar í grundini eitt lítið sindur, verður sagt av Smyrli. Tað var eingin bíðirøð á Drelnesi, tá farið varð aftur at sigla, og hinvegin hevur heldur ikki vierið nøkur innrás av suðuroyarbilum, sum strandaðir hava verið norðanfjørðs, nú verkfallið hevur verið.
Um Vestmannasund hevur heldur ikki verið nøkur ógvuslig ferðsla, nú Ternan er farin at sigla aftur.
Í grundini minni, enn tey høvdu væntað, siga tey umborð á Ternuni.
Nakað av privatbilum hevur staðið báðumegin. Við ferjuleguna í Vestmanna hava vágabilar staðið, og á Oyrargjøogv hava staðið bilar, sum eitt nú fólk, sum var uttanlands, hevði standani á flogvøllinum, tá verkfallið byrjaði. Nógvir teirra standa enn, og verða helst fluttir so við og við, tá fólk fær tíð og høvi at koma aftur eftir teimum.
Annars hevur verið dúgliga ferðast við ruskbilum um Vestmannasund, eins og aðrastaðni, nú strandfaraskipini eru farin aftur at sigla.