Verkfallið kann raka oljuboring

Enn eru góðar tríggjar vikur til Agip fer at bora á landgrunninum. Men stendur verkfallið við leingi aftrat kann tað fáa avleiðingar fyri føroysku luttøkuna í hesi boring og møguliga fyri sjálva boringina eisini.

Oljuleiting og verkfall


Hjá Atlantic Supply Base í Runavík eru tey farin at gera klárt til at veita vørur og tænastur til boringina, sum er ásett at byrja 15. juni. Lasse Borðoy, stjóri sigur, at tey hava ikki hugsað so nógv um verkfallið, tí man metir, at tað helst endar væl innan boringin skal byrja. Men hann viðgongur, at dregur ov langt út, tvs. er eingin loysn funnin í næstu viku, so kann hetta koma at skapa stórar trupulleikar og nógv arbeiðspláss og milliónir av umsetingi standa uppá spæl.

Útgerðarhavnin í Runavík skal lata tilfarið, sum skal brúkast umborð á boriskipinum Belford Dolphin, sum ætlandi kemur til Føroya fyrst í juni. Talan er um borimóru, borirør oma. Har er so eisini ymiskt at gera klárt á økinum men fáa tey einki gjørt vegna verkfall.

Verður verkfallið ikki av so kann koma uppá tal hjá borifelagnum at søkja um undantaksloyvi at taka útgerðina úr skotskari havn. Spurningurin er so hvat Oljumálaráðið sigur til tað, tí tað stendur í lóggávuni, at feløgini skulu brúka føroyskar vørur og tænastur. Sjálvur heldur Lasse Borðoy, at tað verður ómetaliga óheppið, um Oljumálaráðið skuldi farið og givið oljufelagnum loyvi at brúka Aberdeen sum útgerðarhavn. Tá heldur hann tað hevði verið rættari at útsett boringina nakað.

?Tað má ikki henda, at oljufeløgini fáa loyvi til at starta upp í Aberdeen, tí so koma tey als ikki henda vegin. Men hann heldur ikki tað kemur so langt, tí roknast má við, at verkfallið fer ikki at vara so leingi, at tað veruliga fer at darva boringini og arbeiðinum kring hana. Herálvur Joensen á Oljumálaráðnum sigur, at teir als ikki hava nomið við henda spurningin og hevur hann tí onga viðmerking til, um teir fara at góðtaka eina umsókn um undantaksloyvi ella heita á oljufeløg um at útseta boring til eitt verkfall er av.