Verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag er av, og partarnir hava skrivað undir nýggjan sáttmála, tó at partarnir ikki enn hava boðað frá innihaldinum í nýggja sáttmálanum
Tey hava sitið og samráðst síðani klokkan 10 í morgun - og fyri løtu síðani samdust partarnir, og tískil er verkfallið av.
Við Kringvarpið sigur Maud Wang Hansen, at tað var vert at stríðast fyri og at niðurleggja arbeiðið í tríggjar vikur.
Í morginári byrjar gerandisdagurin aftur hjá teimum túsundtals børnum og fólkum, sum hava verið ávirkað av verkfallinum.
Í samrøðu við útvarpið í kvøld segði Maud Wang Hansen, at felagið er fegið um nýggja sáttmálan uttan tó at útgreinað, hvat nýggi sáttmálin sigur. Men so skjótt vit vita tað, venda vit aftur!










