Verkfallið: Her má broyting koma í

Er tað í lagi, at fiskur í aliringunum kring landið er betri vardur í einum verkfalli enn tey veikastu menniskjuni í okkara samfelagi?

– Hetta verkfallið hjá pedagogunum er besta prógvið fyri, at mannagongdin í sambandi við verkfall, má broytast.

 

Tað heldur Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi. Hann er eisini er næstformaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, sum var ein av mótpørtunum hjá Pedagogfelagnum í drúgva verkfallinum, sum endaði í nátt. Men hann vísir kortini á, at hetta eru hansara egnu sjónarmið og tað er ikki sagt, at hetta eisini umboðar sjónarmiðini hjá KAF.

 

Tað, hann serliga sipar til, at tað kann ikki halda fram, at tað skal vera fakfelagið sjálvt sum tekur støðu til, hvørji undantøk skulu gerast í einum verkfalli.

 

– Tað kann ikki verða rætt, at skal standa til teir stríðandi partarnar at gera av, um onkur hevur tørv á hjálp til andingartól, hjálp til stuðul, hjálp til fylgjara á sjúkrahús, og annað, sigur Brandur Sandoy.

 

Hann sigur, at í verkfallinum hjá pedagogunum var tað púra greitt, at pedagogfelagið var ikki áhugað í at seta eina óhefta metingarnevnd at taka støðu til undantøkini, tí at fakfelagið vildi hava møguleikan at trýsta mótpartin.

 

Hann sigur, at verkfallið hjá pedagogunum prógvar enn einaferð, at hetta rakar tey veikastu í samfelagnum, og at man ikki smæðist við at brúka hetta vápnið í sjálvsøkn, fyri at fáa nakrar krónur afturat.

 

– Vit eiga at spyrja okkum sjálvi, um tað veruliga eigur at verða soleiðis, at tey veikastu í hesum samfelagnum avgjørt onga verju skulu hava í verkfalsstøðu?

 

– Er tað í lagi, at ein sum hevur brúk fyri hjálp frá starvsfólki at passa andingartól sítt alt samdøgrið, skal ivast í um hann fær tað hjálp hann hevur brúk fyri til at anda, bara tí at verkfall er?

 

Er tað í lagi, at alilaksurin ið svimur í ringunum á sjónum hevur betri verkfalsverju enn veikastu borgararnir í landi okkara, spyr Brandur Sandoy. Hann sipar uttan iva til eina lóg, sum er viðtikin og sum ásetir, at politiski myndugleikin kann forða fyri einum verkfalli, tá ið stór samfelagslig virði eru í vanda fyri at fara fyri skeyti. Tann lógin varð samtykt eftir at alilaskur var í vanda fyri at fara fyri skeyti í einum verkfalli.

 

– Eg skilji at samfelagið, og politiska skipanin, góðtekur hesa støðu, har ósekir og veikir samfelagsborgarar gerast miðdepil í eini verkfalsstøðu, sigur borgarstjórin á Sandi.

 

Hann heldur rætt og slætt at hetta er ein etiskur spurningur  og tí heitir hann á nýstovnaða Etiska Ráðið, um at umhugsa at taka hendan trupulleikan upp til viðgerðar.

 

– Somuleiðis má politiska skipanin umhugsa, um tíðin ikki er komin at hevja mannarættindini hjá hesum veikastu samfelagsborgarum okkara upp um stríð og klandur á almenna arbeiðsmarknaðinum, leggur hann afturat.

 

Trýst HER og les meiri um, hvussu Brandur Sandoy eftirmetir arbeiðssteðgin hjá pedagogunum