Teir yngru læknarnir í Føroyum gera nú greitt, at teir stuðla verkfallinum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.
Felagið Fyri Yngri Læknar siga í eini fráboðan í kvøld, at teir hava eitt ógvuliga gott og tætt samstarv við sjúkrarøktarfrøðingar. Og vit vita hvussu stóran týdning sjúkrarøktarfrøðingurin hevur fyri, bæði heilsuverkið og tann einstaka sjúklingin, siga teir.
– Vit vita at tað er tørvur á sjúkrarøktarfrøðingum, og at tann tørvur kemur einans at vaksa í framtíðini. Tí er týdningarmikið, at sømdir og løn stuðla undir, at fólk kunnu støðast í hesum yrkinum, siga læknarnir.
Teir staðfesta, at ósemjan rakar bara sjúklingin, og tí halda teir, at tað er av alstórum týdningi, at samráðingar verða tiknar upp aftur skjótast gjørligt.
– Vit heita tí á partarnar at hittast aftur, so ein virðilig loysn kann finnast, sigur Felagið FyriYngri Læknar.