Verkfallið er ikki vanlukka

Vit eru langt burtur frá eini støðu, har verkføll í Føroyum fáa vanlukkuligar fylgjur. Hetta staðfestir landsbankastjórin, sum kortini ásannar, at verkfallið kann vera ein smeitur fyri alarar og fiskiskip

 

Álvarsamastu fíggjarligu fylgjurnar av verkfallinum á privata arbeiðsmarknaðinum merja alarar og fiskimenn. Men verkfallið er ikki ein vanlukka.

Hetta staðfestir Sigurd Poulsen, landsbankastjóri.

? Eg havi ikki upplýsingar um, hvussu nógv arbeiðspláss liggja still av verkfallinum. Tílíkar upplýsingar hava Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Og tey hava helst eisini hvør í sínum lagi metingar um kostnað.

? Men eftir mínum tykki kann mest álvarsligi kostnaðurin liggja í alivirkjum, um fiskur doyr. Harafturat kann verkfallið eisini kosta fiskiskipum, tí tey fáa vánaligan prís, av tí at so fá virki taka ímóti, sigur landsbankastjórin.


Kann halda á

Landsbankastjórin sigur seg ikki kunna meta um, hvussu leingi verkfallið kann halda á, áðrenn tað fær vanlukkuligar fylgjur fyri samfelagið. Men hann heldur, at vit eru langt burtur frá eini støðu, har talan kann verða um vanlukkuligar fylgjur.

? Føroyingar plaga at søkja semju langt áðrenn tað kemur so langt, at verkfallið fær álvarsligar fylgjur, sigur Sigurd Poulsen.

Vit spyrja landsbankastjóran, um tað ikki kann fáa avleiðingar fyri búskapin og kappingarførið, um lønirnar hækka, og hvussu nógv lønirnar kunnu hækka.

? Frá einum teknokratiskum sjónarhorni er tað í lagi, at lønirnar økjast tað, sum framleiðslan økist. Um búskapurin hevur eina annars góða javnvág, so heldur hann fram at hava hesa góðu javnvág, tá lønirnar laga seg soleiðis. Tíverri eru hagtøl um føroyska framleiðslu ikki so góð, at tal kann setast á hetta frá teirri støðu, sum eg siti í, greiðir Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, frá.


Samráðingarspurningur

Landsbankastórin ger greitt, at lønarspurningurin kortini ikki er ein teknokratiskur spurningur.

? Tað er heldur ein spurningur, har partarnir á arbeiðsmarknaðinum taka ábyrgd fyri teirri ávikan, sum lønin hevur á búskapin og hansara evni at klára seg í framtíðini, sigur Sigud Poulsen. Landsbankastjórin vísir samstundis á, at samráðingarstøðan tó eisini hevur týdning.

? Tað veldst í stóran mun, um eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi er stórur ella lítil. Er stórt trýst á búskapin, kanst tú lættliga fáa heldur stóran vøkstur í lønum. Og fyri pressinum á búskapin eru partarnir ikki einaráðandi, sjálvt um teir hava ávirkan, tí úrslitið av samráðingunum fær nevniliga eisini ávirkan á eftirspurningin til nýtslu, sigur landsbankastjórin.


Løgtingið hevur verið slakt

Sigurd Poulsen vísir á, at tað millum annað er ein uppgáva fyri búskaparpolitikkin, at atlit verða tikin til jávnvágina í búskapinum. Hesa uppgávuna, heldur hann, at løgtingið ikki hevur tikið í álvara í seinastuni.

? Løgtingið átti ikki at játta avgjaldslækkingar í eini tíð, tá trýst er á búskapin og arbeiðsloysið er minni, enn tað hevur verið leingi. Løgtingið hevur ikki gjørt tað lættari hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, við at stuðla øking í eftirspurninginum, staðfestir Sigurd Poulsen, landsbankastjóri.