Verkfallið av: Her er semjan

Her er avtalan, sum Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið tóku undir við í kvøld

Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava í nátt sent út tíðindaskriv um semjuna, sum hesir gjørdu við Pedagogfelagið fyrr í kvøld. 

 

Talan er um  eina 3-ára sáttmálasemj, sum í dag er gjørd millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Pedagogfelagið. 

 

 

Semjan inniber fylgjandi:
Samlaði lønarvøksturin yvir 3 ár er 6,95%. 
Hetta svarar til 1,45% afturat tí 2-ára lønarkarmi, ið avtalað varð við størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum (Karmurin er íalt kr. 1.449 í mánaðarligari lønarhækking, sum svarar til uml. 5,5% samanlagt yvir 2 ár fyri limir hjá Pedagogfelagnum). Triðja árið svarar sostatt til umleið 1,45% í lønarvøkstri. Hartil verður eftirlønin hjá hjálparfólkum javnsett við eftirlønina hjá námsfrøðingum innan kommunala økið.

 

 

Eftirlønargjaldið hækkar sostatt úr 10% upp í 12%. Hetta svarar til ein samlaðan kostnað á 0,8% av karminum yvir 3 ár.  Eisini er avgjørt er, at tímalønt, sum í dag als onga eftirløn fáa, framyvir fáa eftirløn samsvarandi eftirlønarlógini, ið er 4% í 2018. Hetta svarar til ein samlaðan kostnað á 0,4% av samlaða karminum yvir 3 ár. 

 

 

3-ára sáttmálatíðarskeið
Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ynsktu at gera eina 2-ára avtalu innan tann lønarkarm, ið varð avtalaður við størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum í fjør. 

 

 

Men semingsuppskotið legði upp til heldur at gera eina 3-ára avtalu, við meirkostnaði á 1,45% lønarhækking fyri 3. árið. Við hesum heldur avtalan seg til avtalaða lønarkarmin fyrstu 2 árini, samstundis sum talan er um ein lágan lønarvøkstur 3. árið. Tí tóku Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið eisini undir við semingsuppskotinum.

 

 

Hjálparfólk
Nýggja lønartalvan merkir, at hjálparfólk fáa samanlagt 1.200 kr. í lønarhækking yvir 3 ár. Hartil fáa hjálparfólk, ið hava verið meira enn 2 ár á endastigi, eitt nýtt endastig. 

 

 

Eisini hækkar eftirlønargjaldið hjá hjálparfólkum úr 10% upp í 12%. Hjálparfólk við hjálparfólkaútbúgving úr útlondum fáa hartil eitt eyka lønarstig í lønartalvuni. Partarnir hava eisini avtalað í felag at heita á Mentamálaráðið um, at kanna møguleikarnar fyri at fara undir at skipa eina útbúgving fyri hjálparfólk í Føroyum.

 

 

Námsfrøðingar 
Nýggja lønartalvan merkir, at byrjunarlønin hjá námsfrøðingum hækkar samanlagt 1.300 kr. yvir 3 ár. Hesin lønarvøkstur veksur fyri hvørt stig, soleiðis at endalønin eftir 3 ár kemur upp á 33.063 kr. 

 

 

Vøksturin í endaløn er sostatt rindaður av samlaða lønarkarminum. Í 2019 styttist lønarstigin, soleiðis at farið verður úr 16 árum niður í 14 ár frá byrjunar- til endastig. Hartil er semja um, at virkast skal fyri, at skipa fleiri námsfrøðilig størv innan eldraøkið.

 

 

Tórshavn, 14. januar 2018
Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið