Verkfall
?Er talan um eina neyðstøðu, eru vit sjálvsagt til reiðar at viðgera tað.
Jan Mortensen, á arbeiðsgevarafelagnum er ikki heilt knívskorin, hóast arbeiðsgevararnir herdu verkfallið mitt í vikuni, tá ið teir stongdu bæði oljugymslur og heilsølur.
Arbeiðsgevararnir siga, at blokadurnar hjá arbeiðarafeløgunum førdu við sær, at heilsølur og oljusølur ikki fingu arbeitt, hóast talan ikki var um verkfalsrakt arbeiði og tí gjørdu arbeiðsgevararnir av bara at stongja heilt.
Arbeiðarafeløgini siga, at blokadurnar eru fyri at tryggja, at verkfalsrakt arbeiði ikki verður gjørt, men at tey hava gjørt undantøk til ávís endamál, eitt nú strandfaraskipini og mjólk.
Tí uppfata tey tiltakið hjá arbeiðsgevarunum at stongja oljugoymslur og heilsøkur, sum verkbann.
Kunnu geva undantøk
Men Jan Mortensen sigur, at hóast oljusølur og heilsølur eru stongdar, merkir tað ikki, at undantøk ikki kunnu gevast.
?Sjálvsagt fara vit at viðgerða umsóknir um undantøk til sjúkrahús, ellis- og røktarheim, sambýli og aðrar stovnar, har lív og heilsa stendur uppá spæl og tað er bæði, hvat olju og provianti viðvíkur.
Og hann leggur afturat, at er ein sjúkrabilur, brandbilur ella politibilur, sum manglar brennievni, skal hann eisini fáa tað.
Men so er tað mjólkin.
Jan Mortensen vísir á, at mjólkarvirkið er ikki umfatað av verkfallinum.
? Men kemur tað hartil, at bilarnir, sum koyra mjólk, onga olju hava, finna vit saktans út av tí eisini.
Hinvegin heldur Jan Mortensen, at olja til smyril og hini strandfaraskipini, er ikki neyðsynjarvøra.
Sostatt tykist ikki sum um at støðan er stórvegis broytt, síðani oljugoymslurnar og heilsølurnar stongdu.
Men ein stór broyting er tó, og hon er, at í annaðkvøld verður Smyril lagdur og sostatt sita suðuroyingar aftur við svartaperi- sum teir plagdu, tá ið verkfall er.
Jan Mortensen sigur, at talan er ikki um verkbann.
?Verkbann er, tá ið arbeiðsgevarar vraka eitt semingsuppskot. Tað, at fyritøkur lata aftur, tí at tær ikki fáa arbeitt undir einum verkfalli, er ikki verkbann.
Hinvegin leggur hann dent á, at í somu løtu sum arbeiðarafeløgini gevast við blokadunum, verða bæði oljugoymslur og heilsølur lætnar upp aftur.