Í morgun hevur verkfall verið á flogvøllinum í Kastrup, tá ið trygdarvørðar fóru í verkfall.
Men Jákup Sverri Kass í Atlantsflog boðar frá, at tey verða ikki ávirkað av verkfallinum.
Beint nú eru boð komin um, at trygdarvørðarnir eru farnir aftur til arbeiðis og av tí at Atlantsflog onga fráferð hevur úr Kastrup fyrrenn klokkan 12.30, verður føroyaflúgvingin ikki nervað av støðuni.