Tað fór rætt fram, tá Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í 3. november 2017 handaði Fíggjarmálaráðnum eina verkfalsfráboðan fyri sjúkrarøktarfrøðingarnar á anestesideildunum. Tað er niðurstøðan hjá Fasta Gerðarrætti, ið hevur viðgjørt málið nú tvey ár seinni, sambært heimasíðuni hjá Sjúkrarøktarfelagnum.
- Trætan snúði seg um, um arbeiðssteðgurin var lógliga fráboðaður, tá Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar koyrdi sjúkrarøktarfrøðingarnar á anestesideildunum í arbeiðssteðg fríggjakvøldið tann 3. november 2017. Arbeiðsgevarasíðan meinti, at fyrsta fráboðanin um arbeiðssteðg ikki var galdandi, og at arbeiðssteðgur tí skuldi lýsast av nýggjuma tá semingsmaðurin hevði lagt frá sær, skrivar fakfelagið á heimasíðu síni.
Málið bleiv aktuelt aftur aftaná, at Fíggjarmálaráðnum, Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og Føroya Arbeiðsgevarafelag, eftir grein 11 í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt sum týðandi mál, heittu á Gerðarrættin um eina úrskurð í málinum.
Endin bleiv, at Fasti Gerðarrættur staðfesti úrskurðin frá 5. november 2017, ið er, at at arbeiðssteðgurin hjá narkosusjúkrarøktarfrøðingunum var lógliga fráboðaður.

Verkfall var lógligt

