Leggur Løgtingið upp í verkfallið hjá pedagogunum, er vandi fyri, at hetta verður ein vani. Tað stúrir Føroya Arbeiðarafelag, fyri, tí tey siga, at so er lítil ivi um, at Løgtingið eisini fer at leggja upp í onnur verkføll.
Helgi Abrahamsen segði í gjár, at støðan er so álvarslig í Almannaverkinum, at hann er noyddur at reagera og leggja uppí verkfallið.
– Hetta er púra misskilt. Tað er ikki Helgi Abrahamsen, ið eigur at leggja uppí við einum lógaruppskoti, sum í so stóran mun ger seg inn á verkfalsrættin hjá allari fakfelagsrørsluni, sigur Føroya Arbeiðarafelag í eini fráboðan í morgun.
Tey siga, at Helgi Abrahamsen eigur heldur at biðja sín samstarvsfelaga í Fíggjarmálaráðnum, at seta seg aftur við samráðingarborðið og fara undir veruligar samráðingar.
– Samráðingar, har annar parturin, longu áðrenn samráðingarnar byrja, hevur sett ein karm, og harvið hevur avgjørt, hvat samráðingarnar skulu enda við, eru ikki veruligar samráðingar. Tíðin er farin frá, at annar parturin avger, hvat samráðingarnar skulu enda við, sigur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.
– Tað er upp á tíðina, at vit byrja at samráðast javnbjóðis. Tí vil Føroya Arbeiðarafelag staðiliga heita á Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag um at taka samráðingarnar upp aftur. Tey siga, at tað er lítil ivi um, at blandar Løgtingið seg upp í verkfallið hjá Pedagogfelagnum, fara tey eisini at blanda seg upp í onnur verkføll framyvir.
– Verkfall er størsta og álvarsligasta amboðið, fakfelagsrørslan hevur og tað verður á ongan hátt góðtikið, at politiski myndugleikin blandar seg uppí, og roynir at taka hetta einasta og álvarsliga stríðsstig frá okkum, sigur Føroya Arbeiðarafelag.
– Vit hava skipanir, ið kunnu loysa ósemjur, sum hesam, eitt nú Semingslógina og Fasta Gerðarrættin. Føroya Arbeiðarafelag átalar, og mótmælir staðiliga, ætlanini hjá landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum um at lóggeva um undantøk í Almannaverkinum, tá verkfall er, sigur Føroya Arbeiðarafelag.











