Tað eru nú tíggju dagar síðani, at almennu arbeiðsgevararnir - ið eru Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum - og Føroya Pedagogfelag vrakaðu seinasta semingsuppskotið frá Semingsstovninum.
Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, sigur við info í dag, at vónirnar fyri at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Fíggjamálaráðið og Pedagogfelagið finna semju fyri jól eru lítlar.
–Tað sær svart út, og mær vitandi er ongin røringur í samráðingunum. Summir limir í Pedagogfelagnum, ið eru raktir av verkbanninum, eru longu trektir í løn restina av mánaðinum, hóast siðvenja er at avrokna eftir at verkfallið er av, og tað má vera tekin um, at man ikki ætlar til samráðingar fyri jól, sigur Jógvan Philbrow.
–Tað er eitt sindur løgið at man skal broyta siðvenju, og trekkja limirnar í Pedagogfelagnum fyri løn nú ístaðin fyri at gera tað upp, eftir at verkfallið er av, staðfestir hann, og leggur afturat at fleiri limir í Pedagogfelagnum verða raktir av hesi avgerðini nú júst fyri jól.
– Pedagogfelagið hevur tó ætlanir um at geva limunum, sum ikki fáa løn, eitt gávukort frá matvøruhandli í jólagávu, sigur hann.
Hann leggur afturat, at tað sum skal til fyri at finna semju millum partanar er, at tekin verður givið um, at man ætlar at føra veruligar samráðingar ístaðin fyri at hótta limir í Pedagogfelagnum.
– Útgangsstøði fyri samráðingum kann ikki verða, at avgerð longu er tikin til lønina hjá limum í Føroya Pedagogfelag, áðrenn partarnir møtast. Útgangsstøði má verða, at limirnir í Føroya Pedagogfelag hava tørv á einum veruligum lønarlyfti, staðfstir Jógvan Philbrow.
Jógvan Philbrow sigur eisini, at semingsmaðurin hevur spurt seg fyri hjá Pedagogfelagnum, sum hann eigur at gera, men annars hevur hann onki hoyrt um at samráðingar verða tiknar upp aftur.










