Vøggustovur, barnagarðar og frítíðarskúlar kring alt landið hava stongt á triðja degi, tí umleið 1.900 limir í Pedagogfelagnum eru í verkfalli.
Eisini ungdómshús, sambýli, bústovnar og vard verkstøð merkja sviðan av verkfallinum, umframt at allir stuðlar innan skúlan og annað eru heima.
Bara í høvuðsstaðnum er eingin at taka sær av 2.300 børnum, tí 500 starvsfólk á umleið 40 stovnum eru í verkfalli.
Jóan Petur hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu, hevur upplýst fyri Kringvarpinum, at foreldur, sum brúka barnaansingina hjá Tórshavnar kommunu, skulu ikki gjalda fyri ansingina, meðan námsfrøðingarnir eru í verkfalli.
Eisini segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, við Sosialin í gjár, at kommunan sparir millum 350.000 og 400.000 krónur um dagin, meðan verkfallið hjá pedagogunum er.
Sum sæst á myndini hava pedagogar gott mót, og hugna sær við millum øðrum at syngja uttan fyri Miðlahúsið í morgun.