Verkfall rakar flogvallir í Noregi

Seks flogvallir í Noregi eru í løtuni hóttir við verkfalli í nátt, um trætan millum NHO Luftfart og Luftfartens funksjonærforening ikki verður loyst fyri midnátt í kvøld.

Millum flogvallirnar, sum verða raktir, eru bæði Honningsvåg og Mehamn.

- Nú er tað upp ti NHO. Tað er týðiligt, at felagið heldur vil hava stríð enn samráðingar, sigur leiðarin hjá Luftfartens Funksjonærforening, Asbjørn Wikestad, við NRK.

Fyri sløkum mánaða síðan vórðu starvsfólkini hjá Air Service í Brønnøysund lufthavn send í verkfall.

Starvsfólkið á flogvallunum í Svolvær, Vardø og Vadsø eru eisini koyrd í verkfall, men í Vadsø hevur tað higartil borið til at hildið flogvøllin lutvíst opnan. Hinvegin hevur flogvøllurin í Vardø verið stongdur síðan næst síðsta hósdag.

Tíðindaleiðarin, Silje Brandvoll í Widerøe, sigur, at felagið arbeiðir við alternativum flutningsloysnum fyri tey ferðafólk, sum sáttmálastríðið fer at ganga út yvir.