So har er eingin ivi. Tað passar! Men sum vanligt, so vita vit, ið búgva í Suðurstreymoy, bara frá fjølmiðlunum, hvat veruliga hendir her á landi. Einaferð, fyri nøkrum árum síðani, søgdu fjølmiðlarnir, at landið var í kreppu, og nú hava vit, sum sagt, hoyrt, at verkfall hevur verið. Jú, tað er okkurt, ið bendir á, at tað er eitt verri baks at vera bygdafrell. Men, kæri bygdamaður, her hjá okkum gongur alt sum vanligt; vit alment løntu dusa okkum í sama lag skammleyst í blokkinum. Og tey tímaløntu hava tað eisini gott; ja, so gott at tey tíma ikki í verkfall.
Og hví skulu tey fara í verkfall? Smb. umboðsmanninum hjá »Føroya arbeiðsgevarafelag« fáa tey alt ov nógv í løn. Og man tann maðurin ikki vita, hvat hann tosar um? Eini hús her í Havn kosta hálva aðru millión, so tað er ríkiligt hjá einum arbeiðara ? um hann fær fulla viku- at tjena 13.000 kr. um mánaðin. Hann skal bara av við 15.000 kr í rentum og avdrøgum. Hetta er í fínasta lagi!
Men, men, men! Eg hugsi hesir góðu menn hava mistikið seg; og tað so dyggiliga. Sannleikin er tann, at arbeiðaralønin er alt ov lág. Hon skuldi verið dupult so høg. Tá var eitt sindur av skili í, tí hvør kann liva í dag fyri 13.000 kr. um mánaðin? Ja, tey fastløntu kunnu ikki, arbeiðsgevararnir kunnu ikki, landsstýrismenninir kunnu ikki, og løgtingsmenninir kunnu so yvirhøvur ikki. Man tað ikki vera tí, at teir ? fólksins tænarar ? hava lóggivið sær sjálvum tvær arbeiðaralønir um mánaðin. Og so eru teir so skammiligir, at teir ? ella nakrir av teimum ? beinan vegin eru klárir at lóggeva viðvíkjandi arbeiðsmannalønunum. Ja, lítillætnir eru teir ikki. Segði nakar lógarfestur stættamunur?
Grundin til at lóggeva skuldi vera, at nakrir laksir vóru sjúkir. Vónandi er heilsan batnað, nú verkfallið er av. Annars kann eg bara taka undir við Jógvani Mørkøre, trímenninginum, tá hann í fimmaranum nú ein dagin helt, at fjølmiðlarnir heldur skuldu roynt at funnið útav, hví laksurin er sjúkur. Hvat er tað, sum hendir? Kann tað ikki hugsast, at alt ov nógvur laksur er trunkaður saman á einum trongum fjørði? At fjørðurin er ikki egnaður til so nógvan fisk? Ella er tað veruliga Ingeborg, sum hevur skyldina?
Annars er tað alneyðugt, at øll arbeiðarafeløgini og handverkarafeløgini standa saman sum ein maður, nú vit møguliga nærkast eini primitivari oljuvinnu. Føroyar eru í dag eitt stættasamfelag, og munurin millum stættirnar fer at økjast við risafetum, um tey tímaløntu ikki standa saman og eru til reiðar at leggja alt virksemi lamið, ið ikki hevur sum aðalmið at hjúkla um arbeiðsfólkið. Hvat edlari endamál kann ein arbeiðsgevari og ein fyritøka hava, enn at geva arbeiðsfólkinum góða løn og góðar umstøður? Og er hetta ikki endamálið hjá oljuvinnuni, so er best, at eingin dropi verður funnin undir Føroyum. Tí sum mín góði vinur ? húsavørðurin ? er vanur at taka til:
? Hvat nyttar tað at vera ríkasti maður í kirkjugarðinum?










