Finnleif Guttesen
Tvøroyri
Trýr nakar av álvara, at verandi samgongan ikki hevði lagt seg út í eitt verkfall?
Hvør kann trúgva og taka orðini hjá hesum politikarum fyri fult?
Í sosialinum 24. mai 2001, skrivar formaðurin í Tjóðveldisflokkinum vøkur orð um, at teir virða og virka fyri rættindinum hjá fagfeløgunum.
Hvar er trúðvirði?
Er tað nakar, sum hevur fylgt við í kjakinum um samráðingar hjá fagfeløgum tað sísta hálva árið, sum kann taka orðini hjá tjóðveldisformanninum í álvara?
Hvussu kanst tú trúgva hesum politikarum og samgongu, sum við Tjóðveldisflokkinum á odda yvirhøvir ikki virða tey vøkru orð teir siga um virðing og rættindir.
Teir sístu 4 mánaðir hevur samgongan við Tjóðveldisflokkinum á odda, skúgva bæði virðing og rættindir til síðis í Brimla og Teista málinum.
Undantakið um neyðstøðu í landinum hjá tjóðveldisformanninum, heldur ikki í Brimla og Teistamálinum og eru orðini um virðing fyri fagfeløgunum tí bert orðageipan.
Seinasta útspæl frá Tjóðveldisflokkinum
Hergeir Nielsen valdur á ting í Suðuroy, vil tryggja Suðuroy í einari komandi grundlóg ímóti verkfallið, tí hann skilir ikki hví Suðuroyggin altíð blívur harðast rakt av einum verkfalli.
At Hergeir Nielsen ikki skilir tað er væl skiljandi, men skulu suðuroyingar ikki hava loyvi til at fara í verkfall?
Ella er tað norðoyingarnir, sum ikki kunnu fara í verkfall, tí so blíva suðuroyingarnir harðast raktir?
Ella skulu allir suðuroyingar gerast til tænastumenn?
Ella er tað bert teir, sum sigla við,- binda,- lossa/ lasta Smyril, sum ikki kunnu fara í verkfall?
Livst so spyrst.