Amerikanska bilaverksmiðjan General Motors hevur boðað frá stórum sparingum á verksmiðjunum, sum fyritøkan hevur í Evropa.
Avgerðin hevur fingið øði í fólk, og umleið 50.000 starvsfólk á teimum evropeisku deildunum hjá General Motors eru farin í verkfall fyri at mótmæla avgrðini. Fyrrakvøldið vóru stórar mótmælisgongur utan fyri deildirnar í týsku býunum Rússelheim og Bochum. Har verða Opel-bilarnir gjørdir, men mótmælisgongur vóru eisini uttan fyri deildirnar hjá General Motors í Belgia, Fraklandi, Pólandi, Portugal, Bretlandi, Svøríki, Eysturríki og Ungarn.
Leiðslan í General Motors sigur, at hon ætlar at spara 3,7 milliardir krónur á deildunum í Evropa, og tað fr at hava við sær, at 12.000 starvsfólk mugu fara til hús.