Eftir boðum frá fakfeløgunum fara umleið tvær milliónir bretar ikki til arbeiðis í dag, og tað rakar serliga almennar stovnar, skúlar og passeftirlitið í floghavnunum. Hetta seinasta ger, at í Heathrow-floghavnini noyðast ferðafólk helst at bíða einar 12 tímar.
Fakfeløgini skipa fyri verkfallinum fyri at mótmæla fleiri tiltøkum hjá stjórnini. Eitt nú ætlar stjórnin, at almenn starvsfólk skulu rinda meiri pensjón, pensjónsaldurin skal upp, og at enda fáa fólk minni í útgoldið í pensjón, tí hon skal roknast eftir einari meðalløn og ikki lønini hjá tí einstaka.
Stjórnin hevur ávarað um, at verkfallið í dag kann fara at kosta bretska samfelagnum 4,3 milliardir krónur, og hon leggur fakfeløgini undir ábyrgdarloysi.










