Sponsku fakfeløg og arbeiðsgevarar eru í sáttmálasamráðinum í hesum døgum, men tað gongur striltið at finna eina semju. Nú hava fakfeløgini boða frá, at um eingin semja er funnin næstu tvær vikurnar, fara tey í verkfall.
Í so fall fara øll starvsfólk, sum starvast á almennu flogvøllunum í Spania, í verkfall. Talan er um 60.000 starvsfólk, sum starvast millum annað í check-in og reingerð. Hetta fer at føra til skitnar flogvallir og seinkaðar flogferðir frá 29. juli, boða fakfeløgini frá, sambært Berlingske Tidende.
Samráðingarnar hava vart í heili tvey ár, men arbeiðsgevararnir hava higartil nokta at eftirkoma krøvunum hjá arbeiðstakarunum um hægri løn og viðbótur og greiðari treytir um arbeiðstíð og yvirtíð.
Millum flogfeløgini, sum blíva rakt av einum slíkum verkfalli eru Ryanair, EasyJet, Iberia og átta onnur flogfeløg. Hetta kann raka fólk, sum ætla sær í summarferiu í millum annað Barcelona og Mallorca.