Verkfall hósdagin: Einki samband ímillum partarnar

Fyribils eru ongi tekin til, at verkfallið verður avlýst

Ongar samráðingar eru avtalaðar millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Sostatt stendur fráboðanin hjá Pedagogfelagnum við um at fara í verkfall á øllum vøggustovum í landinum frá hósmorgunin til fríggjamorgunin.

 

Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, siga í eini fráboðan, at eru sinnað at samráðast við Føroya Pedagogfelag. Men útgangsstøðið má vera semingsuppskotinum, sum Semingsstovnurin legði fyri partarnar 21. Mai, men sum pedagogarnir vrakaðu.

 

Síðani semingsuppskotið varð vrakað, hevur Pedagogfelagið sent arbeiðsgevarunum eitt nýtt uppskot, men tað hava Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, vrakað, tí tey siga, at tað líkist upprunaligu krøvunum frá Pedagogfelagnum og tað vilja t ey ikki samráðast út frá.

 

Tí heita tey á Pedagogfelagið um at royna at finna eina semju, sum byggir á semingsuppskotið, heldur enn at fara í verkfall. Anita Fuglø, leiðari í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum sigur, at tað hevur stóran týdning, at starvsfólkini á dagstovnaøkinum hava góðar umstøður at arbeiða undir, og at tey trívast.

 

Hetta varð eisini tikið fram undir samráðingunum, har arbeitt var við at gera eina avtalu um at kanna, hvat krevst fyri at leggja arbeiðið á dagstovnaøkinum til rættis, og at kanna, um sáttmálin er nøktandi fyri leiðararnar á dagstovnaøkinum, umframt at at leggja námsfrøðiliga arbeiðið til rættis.

 

Men hetta var ikki nokk hjá pedagogunum og tí eru samráðingarnar slitnaðar.