ARBEIÐSMARKNAÐUR
Eisini forkvinnan fyri Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar er í øðini inn á løgtingið fyri at lóggeva maskinmeistararnar hjá SEV aftur til arbeiðis. Felagið finnist hvassliga at løgtinginum í einari yvirlýsing.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Men hví fóru sjúkrarøktarfrøðingarnir ikki í verkfall?
- Vit áttu nokk at verið farin í verkfall, men tað ber ikki til at savna nevndina, sigur Jana Dalsgaard.
Fleiri nevndarlimir eru í summarfrí,og tað forðar tískil felagnum at taka endaliga støðu til spurningar um verkfall.
- Men ein arbeiðsstøðgur nú hevði kortini ikki komið uppá tal tí í summarfríðtíðini eru tað bert tey sjúkastu sum liggja inni, og mestsum bert bráfangisarbeiðið ið verður gjørt, so tað hevði rakt tey veikastu og tað vilja vit ikki, sigur Jana Dalsgaard.
Men felagið fylgir væl við, hvat hendir í málinum.
Forkvinnan sigur harumframt, at felagið ikki ætlar at fylgja tilmælinum hjá Bárði Nielsen um høvuðsavtalur.
Felagið hjá fyrrverandi sjúkrasystrunum ætlar sær at luttaka á teimum fundum, ið fakfeløgini í felag fara at fyriskipa, men í løtuni er einki ítøkiligt í umbúna.
Hon vil heldur ikki siga nakað um, hvat útgangsstøðið hjá felagnum verður til sáttmálasamráðingarnar í heyst.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$<S style="text-line-through: double"$?$end$!$ </S$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Paralelt við gamalt stríð
Hjá Janu H. Dalsgaard leita tankarnar fáar mánaðir aftur í tíðina, tá stríð var millum landsins myndugleikar og sjúkrarøktarfrøðingar um umleggingar á Landssjúkrahúsinum. Hon metir, at landsins myndugleikar misbrúka friðarskilduna.<S style="text-line-through: double"$?$end$!$</S$?$end$!$<BR>- Málið á Landssjúkrahúsinum er eitt dømi um<S style="text-line-through: double"$?$end$!$,</S$?$end$!$ at tað ber til hjá arbeiðsgevaranum uttan so mikið sum at tosa við ein part í einum máli, við hjálp frá Landsstýrinum, at gera allar møguligar og grundleggjandi broytingar í friðartíð, har vit einki kunnu gera, sigur Jana H. Dalsgaard. <S style="text-line-through: double"$?$end$!$</S$?$end$!$