Vit hava størstu virðing fyri áheitanini frá Løgmanni. Tað sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Í gjár heitti Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, staðiliga á partarnar um at setast aftur við samráðingarborðið.
Enn eru ongar samráðingar avtalaðar, men Óluva í Gong sigur, at tey hava størstu virðing fyri aheitanini frá løgmanni. Tí hava tey nú givið sjúkrahúsverkinum tey undantøk, tey hava biðið um.
Í gjár gjørdi leiðslan á Landssjúkrahúsinum greitt, at tey kundu ikki longur svara fyri trygdini hjá sjúklingunum, tí tey fingu ikki so nógva sjúkrarøktarfrøðingar til arbeiðis, sum tey høvdu biðið um.
Óluva í Gong er ikki samd í, at trygdin var í vanda, men fyri at virða løgmann hava tey nú givið sjúkrahúsverkinum tey undantøk, tey hava biðið um. So kunnu tey í hvussu so er ikki brúka tað grundgevingina, at trygdin ikki er í lagi.
Undantøkini eru galdandi til klokkan trý í morgin.
– Nú hava vit víst ein góðan vilja, so nú halda vit eisini, at løgmaður eigur at vísa sín góða vilja og fáa Fíggjarmálaráðið aftur til samráðingarborðið, sigur Óluva í Gong.
Hon sigur, at enn hava tey einki frætt um nakrar samráðingar, og Jan Mortensen, leiðari á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, hevur heldur einki frætt











