Verkfall hóttir - samráðingarnar steðgaðar

Einki er komið burtur úr samráðingunum millum partarnar á almenna arbeiðsmarknaðinu. Tí hava semingsmenninir sent partarnar til hús. Partarnir umhugsa støðuna um vikuskiftið ? annars verður verkfall. Semingsroyndin í sáttmálasamráðingunum millum tey fimm fakfeløgini í almenna fakfelagssamstarvinum ? Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Starvsmannafelagið ? øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin, er fyribils steðgað.

Semingsmenninir vóru boðsendir mánadagin 15. november 2010. Semingsmenninir hava havt fleiri fundir við partarnar síðan tá, og byrjaði ein verulig semingsroynd mikumorgunin. Fyri løtu síðani avgjørdu semingsmenninir, at senda partarnar heim.

Samráðingarnar høvdu ikki flutt partarnar nærri hvørjum øðrum og meta semingsmennirnir tí, at tað ikki er gagnligt at halda fram sum støðan er. Mett var ikki, at neyðugur vilji var til semju millum partarnar.

Semingsmenninir sendu partarnar heim við eini áheitan um, at umhugsa støðuna gjølla.

Avtala er, at semingsmenninir skulu tosa við partarnar um vikuskiftið, og um mett verður, at grundarlag er fyri tí, verður gjørd ein síðsta roynd at fáa semju millum partarnar, áðrenn møguligur arbeiðssteðgur kann verða settur í verk.