Verkfall hóttir partrolararnar

Sáttmálasamráðingarnar millum manningarfeløgini og Felagið Trolskip eru endaðar, fyribils uttan úrslit. Semingsmaurin er tí boðsendur.

Í felags fráboðan skriva Føroya Fiskimannafelag, Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið soleiðis:

Tað hevur ikki eydnast manningarfeløgunum – Føroya Fiskimannafelag, Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagnum – at fáa semju um nýggjan sáttmála við felagið Trolskip, sum er reiðarafelagið hjá partrolarunum. Partarnir standa so mikið langt hvør frá øðrum, at teir seinnapartin hava gjørt av at boðsenda semingsmanninum.

Manningarfeløgini hava fleiri krøv til nýggjan sáttmála, men tað er ósemjan um oljugjaldið, sum er beinleiðis orsøkin til, at partarnir ikki halda seg kunna røkka longur einsamallir.

Feløgini vísa á, at ávís reiðaríir ikki hava avroknað oljuna samsvarandi avtaluni, sum var gjørd fyri tveimum árum síðani, og at tað ikki hevur eydnast at fáa reiðararnar at liva upp til kravið um gjøgnumskygni, sum var ein greið fyritreyt hjá manningarfeløgunum fyri yvirhøvur at gera avtaluna. Útlit eru ikki fyri at fáa hesi viðurskifti bøtt við sínamillum samráðingum, sum støðan er nú.

Sum Portalurin skilir verður fundur aftur fyrrapartin í morgin.