Verkfall hóttir jólini í Fraklandi

Forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, heitir nú á starvsfólk í fronsku samferðsluni um at sleppa verkfallinum um jóltíðir, soleiðis at fólk í Fraklandi fáa frið at halda jól.

Starvsfólk innan samferðsluna í Fraklandi hava verið í verkfalli í tvær vikur, og í løtuni er 12 av 14 metrolinjum í Paris stillar, umframt at fleiri av skjóttokunum og regionaltokunum eisini liggja still.

Orsøkin er verkfallið er ónøgd við royndirnar hjá Macron at fremja nýskipanir innan fronsku pensiónsskipanirnar. Í Fraklandi eru 42 ymiskar pensiónsskipanir, men forsetin hevur ætlanir um at samla allar skipanirnar undir eina skipan.

Jarnbreytarfelagið SNCF hevur boðað frá, at verkfallið fer at ávirka samferðsluna nógv um jólini, og hetta fer at hava við sær, at tað fer ikki at bera til hjá fólki at ferðast um jólini.

Emmanuel Macron er í løtuni á Fílabeinsstrondini, men hann sendi eini boð heim til Fraklands, har hann heitti á starvsfólkini innan samferðsluna at hava vápnahvíld um jólini av virðing fyri familjum og familjulívinum.