Ein skal ikki búgva leingi í Fraklandi, fyrr enn ein skilir, at fraklendingar elska at ganga í mótmælisgongum og fara í verkfall.
Nú hótta nøkur av stóru fronsku fakfeløgunum við at ferðsluruðuleika, tá EM í fótbólti byrjar hesa vikuna. Fakfeløgini eru í sáttmálasamráðingum við franskar myndugleikar og nýta EM at leggja trýst á arbeiðsgevaran.
Í mai fóru øll starvsfólkini á teimum átta oljureinsiverkunum í verkfall, og í farnu viku fóru allir limirnir hjá stóra fakfelagnum CGT, sum starvast innan jarnbreytarøkið, í verkfall.
Umframt alt hetta, hava flogskipararnir hjá Air France boðað frá, at teir fara í verkfall frá leygardegnum at rokna.
Hetta kann elva til sannan ruðuleika, tá 2,5 milliónir fótbóltsfjepparar koma til Fraklands at hyggja eftir EM í fótbólti, sum byrjar fríggjadagin.
Orsøkin til at fakfeløgini hótta við verkfalli, er ein umstríddur arbeiðsreformur, sum hevur sum mál at minka um arbeiðsloysið. Fakfeløgini fýlast millum annað á, at tað verður lættari hjá arbeiðsgevarum at siga fólki úr starvi.










