Fráboðaða verkfallið á grikskum flogvallum kann raka ferðafólk meint. Talan er um eitt sokallað punktverkfall, sum merkir, at starvsfólkini fara at leggja arbeiðið niður og steingja flogvallirnar, men tey boða ikki frá, nær tey gera tað.
Hetta fer ivaleyst at ørkymla og órógva ferðafólk í túsundatali, sum skulu til og frá Grikkalandi, nú fleiri hava fingið summarfrí.
Hóast Grikkaland er sera spert fíggjarliga, siga danskar ferðaskrivstovur, at teirra kundar ikki himprast við at fara til Grikkaland í summarfrí.
Tað eru tey bæði størstu fakfeløgini í Grikkalandi, sum hava boða frá verkfallinum, sum eisini kemur at raka flogvallirnar. Verkfallið, sum byrjaði í morgun, gongur út á midnátt mikudagin.