Tað er nú greitt, at fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum kunnu í fyrsta lagi fara í verkfall á midnátt næsta sunnukvøld, tann 28. november. Tað staðfestir Terje Sigurðsson, semingsmaður.
Hesar seinastu dagarnar hava hann og hin semingsmaðurin, Hákun Steingrímsson, havt fund við báðar partarnar í trætuni, sum eru Fíggjarmálaráðið øðrumegin og tey fimm fakfeløgini hinumegin.
Tey fimm fakfeløgini eru Starvsmannafelagið, Pedagogfelagið, Lærarafelagið, felagið fyri sjúkrarøktarfrøðingar og Havnar Arbeiðskvinnufelag, sum øll samráðast saman.
Tey hava treytaleyst kravt lønarhækking, men Fíggjarmálaráðið hevur líka avgjørt víst kravinum aftur.
Á fundunum við partarnar hava semingsmenninir fingið kunning um samráðingarnar higartil og um tey krøv, sum hvør partur hevur.
Samstundis er ein mannagongd avtalað fyri semingsroyndina.
Og Terje Sigurðsson sigur, at sjálv semingsroyndin byrjar týsdagin ella mikudagin.
Men hann staðfestir eisini, at eitt møguligt verkfall ella verkbann er í øllum førum útsett til næsta sunnukvøld.
Men eru samráðingarnar ikki lidnar tá, verður ein møguligur arbeiðssteðgur eisini útsettur.
Hann staðfestir, at ongar samráðingar líkjast og fortreytirnar eru ymiskar og hann dugir ikki at síggja, at hesar verða torførari enn aðrar, hann hevur roynt seming í.
- Og tó, tað er sjáldsamt, at báðir partar hava almannakunngjørt treytaleys
krøv frammanundan eini semingsroynd, leggur hann afturat.
Men hann dugir kortini ikki at siga um hettaskal tulkast sum um at hendan samráðingarroyndin verður torførari enn aðrar.