Tað er framvegis einki samband millum Pedagogfelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið hinumegin. Terji Sigurðsson, semingsmaður, hevur javnan samband við partarnar, men fyri at hittast aftur við samráðingarborðið mugu partarnir flyta seg so mikið, at okkurt er at samráðast um.
Verkfallið er so mikið nógv hert, sum tað kann, og tað merkir, at nú hevur Pedagogfelagið ikki fleiri møguleikar at herða verkfallið. So nú er verkfallið í bíðistøðu, har tað ræður um at vita, hvør hóknar undir trýstinum fyrst. Pedagogfelagið ella arbeiðsgevararnir. Tí eitt er vist, onkur má flyta seg.
- Sum nú er uppliva vit útspælið sum diktering. Okkara krøv verða ikki vird, sigur Jógvan Philbrow í dag. Hann vísir á, at Pedagogfelagið ikki fer aftur til samráðingarborðið, fyrr enn arbeiðsgevararnir taka krøvini frá felagnum í álvara. Spurdur um Pedagogfelagið ikki eisini má flyta seg eitt sindur fyri at sleppa aftur til samráðingarborðið, svarar formaðurin soleiðis.
- Tað veldst um, hvat liggur á borðinum. Tað er altíð ein samráðingarspurningur, men fyri at koma víðari, má mótpartinum fyrst taka okkara krøv fyri fult og vera til reiðar at virða okkara ynski, sigur Jógvan Philbrow.