Verkfall elvt til bardaga í Madrid

Harðir samanbrestir hava verið millum mótmælisfólk og løgregluna í spanska høvuðsstaðnum, Madrid, í dag. Tíðindastovurnar skriva, at løgreglan hevur brúkt lurkar og táragass, og at minst 62 fólk eru tikin. 34 hava fingið skaða.

Í fleiri evropeiskum londum eru fakfeløg í verkfalli í dag fyri at mótmæla tí stóra arbeiðsloysinum í fleiri londum og teimum almennu sparingunum. Tað byrjaði í Spania, Portugal, Grikkalandi, Fraklandi og Bretlandi i í morgun, og roknað er við samhugatiltøkum í londum sum Týsklandi, Belgia og Noregi.

-Vit hava lagt arbeiðið niður fyri at mótmæla sjálvmorðspolitikkinum, sigur eitt umboð fyri spanska fakfelagið UGT við Reuters.