Tað verður ikki í dag, at vit fáa greiði á um tað verður verkfall ella ikki.
Fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum hava havt fund í allan dag.
Niðurstøðan er, at feløgini fara at kalla álitisfólkini til fundar í morgin at kunna tey um støðuna.
Hetta verða fundir, sum vara tað mesta av degnum.
Tá ið tað er avgreitt, verður støðan viðgjørt út frá tí støðu, sum tá er.
Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, sigur, at tað fer í øllum førum dagurin í morgin at ganga, áðrenn vit fáa at vita um tað røkkur ella støkkur.
Tað var í gjár, at tey fýra fakfeløgini, Starvsmannafelagið, Pedagogfelagið, Lærarafelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag vrakaði eitt semingsuppskot, samstundis sum arbeiðsgevarin, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, góðtóku tað.
Tað ljóðaði, at partarnir vóru samdir um lønina, men at tað var Pedagogfelagið, sum lá í buktini, tí tey vildu hava betri sømdir í sambandi við fyrireiking.
Men tað avsannar Selma Ellingsgaard nú.
- Tað var ikki Pedagogfelagið, sum kolldømdi semingsuppskotið, men tað gjørdi øll feløgini.
Hon vil ikki siga, hvat skilti partarnar og tað vil hon framvegis ikki siga.
Men fakfeløgini skrivaðu arbeiðsgevarunum eitt skriv í gjárkvøldið at vita um tað ikki bar til at finna semju.
Svarið kom á miðdegi í dag og síðani hava feløgini siti saman á fundi.
Selma Ellingsgaard vil ikki siga, hvat brævið snúði seg um, ella hvat svarið snúði seg um.
Hon vil heldur ikki siga, hvat skilir partarnar, ella hvussu langt er ímillum teir.
Sostatt vil hon heldur ikki meta um, antin tað endar við verkfalli ella ikki og tí vil hon heldur ikki meta um, um talan verður um at taka samráðingarnar upp aftur.










