Verkfall ella ikki: Bíða til á miðdegi í morgin

Tað er nú greitt, at tað verður ikki verkfall í morgin – ikki fyrrenn eftir døgverða í hvussu so er.

Tey fýra fakfeløgini, Pedagogfelagið, Starvsmannafelagið, Lærarafelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag vrakaðu fyrr í dag semingsuppskotið frá semingsmonnunum og síðani hava tey havt fund sínamillum, har tey hava umrøtt støðuna.

Og beint nú sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagi við Kringvarpið, at fakfeløgini hava sent mótpartinum, sum eru Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, eitt skriv um støðuna.

Tey vilja hava svar frá arbeiðsgevarunum í seinasta lagi á miðdegi í morgin.

Men tað merkir samstundis, at tað verður onki verkfall í morgin árini, tí hvussu verður við tí, veldst um svarið frá Arbeiðsgevarunum.

Selma Ellingsgaard vildi ikki siga, hvat stendur í skrivinum.

Keldur í fakfekøgunum hava annars sagt við Portalin, at tað var ikki nógv, sum skilti partarnar.

Teir eru samdir um lønarhækkingina. Tað fæst ikki at vita, hvussu stór hon er, men hon er størri enn tey 0,85%, sum maskinmeistararnir fingu 1. oktober í fjør og aftur fáa 1. oktober í ár.

Tað, sum liggur í buktini fyri at semingsuppskotið kann skrivast undir, er, at Pedagogfelagið vil ikki góðtaka ávísar orðingar.

Eitt, sum Pedagogfelagið við hava broytt, er, at tey vilja hava betri tíð til ráðlegging og at tað var hetta, sum beindi fyri semingsuppskotinum. Men tað vil ongin vátta alment.